top of page
Dark Abstract Motion

Treytir

Mannagongd, treytir og trygd í teldupostmigrering

Sentra bjóðar hjálp til flyting av telduposti frá einum teldupostveitara til annan.

​

Mannagongd:

Sentra ger uppsetingina til migrering klára og ringir síðani til kundan og gevur kundanum atgongd til skermin hjá Sentra har ið kundin inntøppar síni loyniorð.

​

Loyniorðini eru bronglaði í skipanini og Sentra kann ikki lesa tey og Sentra sleppur ei heldur framat teldupostinum. 


Hóast migreringin verður framd við størsta nærlagni, kann Sentra ikki tryggja móti dátumissi, órøttum flytingum ella øðrum tøkniligum trupulleikum, sum kunnu standast av skipanum hjá triðjaparti.


Kundin sjálvur hevur ábyrgd av at tryggja sær backup av týdningarmiklum teldupostum áðrenn arbeiðið verður byrjað.


Ábyrgdin hjá Sentra er avmarkað til ta upphædd, sum kundin hevur goldið fyri tænastuna.

​

bottom of page